Einki úrslit
Burðardygd

minka um, endurnýt, nýnýt

Síðani vit komu við í Burðardygt Vinnulív, hava vit fingið eina púra nýggja fatan av, hvat burðardygd merkir fyri okkum; betri fatan av teimum vansum og møguleikum, ið evni so sum veðurlagsbroytingar og tap av lívfrøðiligum margfeldi hevur at siga fyri okkara fyritøku. Við fullum stuðli frá leiðsluni eru vit farin at byrja at innarbeiða burðardygd í okkara gerandisdag og framtíðarætlanir – nú í nógv størri mun enn áður. Vit hava veruliga ásannað týdningin av hesum hugsanarhátti, um hetta skal eydnast okkum øllum.

minka um, endurnýt, nýnýt

Vit arbeiða tætt fyri at menna loysnir til alivinnuna, og hetta inniber at byggja aliringar til laks. Seinastu árini hava vit kannað møguleikar fyri at minka um, endurnýta og nýnýta tað tilfar, sum verður brúkt til aliringar, har tað letur seg gera.

Meðan vit framleiða, eru vit nú farin at savna saman plastið frá aliringunum til endurnýtslu. Vit hava endurvunnið og tikið sundur aliringarnar, tá ið teir ikki eru nóg góðir longur. Fyriuttan at endurnýta summi PE-plastrør til at byggja nýggjar aliringar, senda vit eisini tilfarið til útlondini til nýnýtslu.

Síðani 2019 hava vit á okkara framleiðslu endurnýtt 2.700 tons av PE-plastrør og 5.500 m3 flamingo til laksabúr. Vit hava eisini sent 1.360 tons av stáli og 362 tons av minni plasti til útlond til nýnýtslu til aðrar vørur.

Hesi tøl mynda okkurt um ein triðjing av tí tilfari, sum varð brúkt til at framleiða aliringar síðstu trý árini. Okkara ætlan er at økja henda part fyri at minka um eftirspurningin eftir natúrrávøru, sum verður brúkt til framleiðslu og tilevning, umframt at minka um møguliga dálking.

Lívfrøðiligt margfeldi og heilsustøðan í havinum

Í 2021 og í byrjanini av 2022 hugsavnaðu vit okkum um at menna eina haldgóða ætlan, so vit kundu røkka net-positivu málunum, ið vit settu okkum, náttúruni at frama. At minka um um burturkast av plasti, tá ið vit framleiddu aliringar, var fremst í huga. Eisini hevur tað riggað væl at nýnýta PE-plastrør til aliringar. Hetta er nógv at síggja í Føroyum nú og er eisini byrjað í Skotlandi.

Veðurlagsbroytingar

Í 2021 fóru vit at meta um okkara ávirkanina av okkara virksemi fyri betur at skilja, hvussu vit í størstan mun kunnu minka um hetta. Vit samskiftu fyrst við veitarar og tóku avgerðir um at forða fyri framtíðar íløgum við okkara CO2 -útláti í huga.

Í 2022 fara vit at fáa okkum grønar hitaloysnir í øllum bygningum og so líðandi at skifta bilarnar út við el-bilar. Fyriuttan at minka um okkara egna útlát síggja vit ein møguleika í at stuðla okkara kundum í at minka um teirra útlát. Eitt nú fara vit í 2022 at halda áfram at bjóða alikundum okkara loysnir við el-riknum arbeiðsbátum.

vav 1, 2 og 3
mál fyri 2030
les frágreiðinga í fullari longd her

Onnur tíðindi