Einki úrslit
Burðardygd

KJ við í Burðardygt Vinnulív

um átakið burðardygt vinnulív

Burðardygt Vinnulív er ein felagsskapur við tólv føroyskum fyritøkum, sum hevur til endamáls at menna fyritøkum burðardyggar mannagongdir við serligum atliti at trimum ítøkiligum avbjóðingum: veðurlagsbroytingar, heilsustøðan í havinum og tap av lívfrøðiligum margfeldi.

Gjøgnum samstarv roynir felagsskapurin at gera sítt til at vera við í ST -málunum fyri burðardyggari menning (SDG 13 Veðurlagsátøk, SDG 14 Lív í havi og SDG 15 Lív á landi) skjótari og við størri ávirkan, enn vit høvdu megnað hvør í sínum lagi.

Í januar 2021 settu fyritøkurnar sær fyri at arbeiða saman í minsta lagi trý ár til tess at menna eitt strategiskt háttalag, ið eyðmerkir vágarnar og møguleikarnar, sum standast av hesum avbjóðingum.

Vit hava fimm høvuðsendamál: at gerast klókari og dugnaligari, at menna burðardyggar mannagongdir gjøgnum eina strategiska langtíðarætlan, at samstarva, at taka lut og ikki minst at hugkveikja onnur til eisini at raðfesta hesi stevnumið.

Henda rapport vísir á fyrstu fasu av okkara ætlan, har stjórarnir frá øllum tólv fyritøkunum koma við hvør sínum lyfti.

Fyrsta frágreiðingin frá arbeiðinum kann lesast her!

Limirnir

Limirnir koma úr ymiskum fyritøkum, sum hava ymiskar bygnaðir og ymiskar marknaðir. Talan er um stórar fyritøkur. Vav 1 og 2-útlátið hjá limunum var tilsamans 11% av samlaða føroyska CO2-útlátinum í 2020.. Okkara virksemi fevnir út um landoddarnar: Vit virka í fleiri enn tíggju londum, og okkara veitingarketa strekkir seg yvir fýra heimspartar.

Vit hava øll ein týdningarmiklan leiklut í vinnuliga kervinum í Føroyum, og mong okkara hava samstarvað á ymsan hátt í nógv ár.

“At gerast limur í hesum felagsskapi er okkara fyrsta fet á leiðini til at gerast burðardygg. At vera saman við fyritøkum við líknandi avbjóðingum ger tað lættari hjá okkum at gjøgnumføra eina kompetenta ætlan fyri hesi fyrstu fetini. Vit vóna og vænta, at hetta fer at hava eina tydningarmikla ávirkan á okkara arbeiði og teimum loysnum, vit bjóða okkara viðskiftafólki” sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri hjá KJ.

útlát og mál hjá kj

Útlát í 2020

Vav 1 & 2 útlát: 562 TCO2e

mál fyri 2030

Vit fara at minka vav 1 og 2 CO2
spor í minsta lagi niður í 50%
áðrenn 2030.


Fyrst fara vit at hyggja at alternativum
hitaloysnum til okkara bygningar, og
harnæst fara vit at vita, um vit kunnu
skifta okkara bilar út við el-bilar.
Vit lata okkara mál inn til Science
Based Targets Initiative.

Mál fyri 2030

KJ Hydraulik fer at royna at gerast
net-positiv í ávirkanini á hav og land,
tá ið rávørur verða fingnar til vega og
brúktar í havbúnaði.


Fyrsta økið, vit fara at hugsavna
okkum um, verður framhaldandi
at umvæla og endurnýta útgerð,
veittar til alivinnuna. Vit fara eisini at
royna at minka um oyðsl frá okkara
aliringaframleiðslu.

Onnur tíðindi