Einki úrslit
Fiskivinna
Sjóvinna

Nýggjur blokkur til norðborg

In.fo hevur skrivað greinina, og hon verður endurgivin her á síðuni hjá KJ í fullum líki.

– Vit eru fegnir um, at vit kunnu gera mun, soleiðis at Norðborg og manningin helst koma í vinnu aftur skjótari, enn menn høvdu væntað, sigur Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ.

Tað eydnaðist KJ á Kambsdali at finna verksmiðjutrolaranum Norðborg í Klaksvík ein nýggjan blokk, tá motorurin fór. Tá veitarin á Kambsdali frætti, at blokkur og krumptappur á skipinum vóru farin, og at skipið møguliga kom at liggja í nógvar mánaðir, fór KJ í gongd fyri at vita, hvat tey kundu gera.

– Ein nýggjur blokkur fanst ikki hjá framleiðaranum, og tí fóru vit at leita. Við tað, at vit eitt nú levera motorar og gearlutir til íslendsku uppsjóvarskipini, hava vit upparbeitt okkum eitt gott netverk. Skjótt gjørdist greitt, at ein nýggjur og óbrúktur motorur stóð tætt við Frælsisgudinnuna í New York.

Jóannes Mørkøre hjá KJ greiðir frá, at Magnus Joensen, sum er føroyingur og starvast hjá Blue Water í Íslandi, samskipaði flutningin til Føroya, og sølumaðurin hjá KJ ásannar, at tað var ein rættilig avbjóðing at fáa blokkin koyrdan ígjøgnum New York.

– Blokkur, krumptappur og botnkar viga eini 30 tons. Fyrst var ættlanin at fáa blokkin til Halifax, men korona-farsóttin og ófriðurin í New York um hetta mundið góvu okkum trupulleikar við koyriloyvinum gjøgnum gøturnar í stórbýnum innan ásettu tíðina.

Hann sigur, at hetta endaði við, at blokkurin varð koyrdur við “politiescorti” til terminalin hjá Eimskipum í Portlandi, og í Portlandi vóru júst tá harðir samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk.

– Vandi var fyri, at býurin bleiv lukkaður niður. Men, tíbetur kom blokkurin umborð í farmaskipið hjá Eimskipum til Reykjavíkar í øllum góðum. Síðan varð hann umlastaður í annað skip, sum siglir millum Reykjavík og Føroyar, sigur Jóannes Mørkøre.

Í gjár – fríggjadagin – kom blokkurin so í land í Havn. Tað var fyritøkan hjá Hans Egili Joensen & Synum á Eiði, sum koyrdi blokkin til Norðurhavnina, har Norðborg liggur. Takkað verið sera tolnum bilførarum, sum vóru á leiðini, gekk tungi flutningurin sera væl.

– Vit hjá KJ eru fegnir um, at vit kundu gera mun, soleiðis at Norðborg og manning helst kunnu koma í vinnu aftur skjótari, enn menn annars høvdu væntað. Hetta hevur verið ein sera spennandi veiting, ásannar Jóannes Mørkøre hjá KJ, sum leggur aftrat, at tøkkin eisini fer til Faroe Ship í Føroyum, sum eigur sín leiklut í, at motorurin nú er komin upp á pláss.

Onnur tíðindi