Einki úrslit
palfinger marine
Sea Based
Tvíkiljur

Tvíkiljan vararnes hjá bakkafrost høvuðsumvæld

Eftir at hava verið í vinnu í sløk 19 ár, var avgjørt at tvíkiljan hjá Bakkafrosti, Vararnes, skuldi høvuðsumvælast.

Arbeiðið byrjaði seinasta summar og í vikuni var Vararnes flotaður aftur á Fuglafirði. Arbeiðið hevur verið umfatandi. Ymist stálarbeiðið er gjørt. Vararnes er sandblástur, metaliseraður og málaður. Motrarnir eru skiftir, nýggjur krani monteraður.

Nú Vararnes er flotaður, verður seinasti parturin av arbeiðinum gjørt. Tvíkiljan er eisini sýna og nýtt siglingarloyvið fingið til vega. Vararnes er einasta tvíkiljan sum passar ínn í havnina í Hovi.

Myndirnar niðanfyri vísa eitt sindur av arbeiðsgongdini.

Navn

Vararnes

Heimstaður

Hov, Føroyar

Byggiár

2001

Bygginummar

NB 10

Longd

11 m

Breidd

4,5 m

Bruttotons

13 1BT

Motorar

Volvo Penta

Eigari

Bakkafrost

Onnur tíðindi