
aðrar vørur og veitingar
Vit hava fleiri aðrar dygdargóðar vørur og tænastur, ið hjálpa kundanum at røkka sínum málum. Hetta vilja vit eisini vera við til – tí fyri okkum er tænasta ikki bert ein styrki, nei, tað er ein lívsstílur!

eitt breitt úrval av vørum
KJ er sum veitari sera errin av, og raðfestur høgt, at hava eina sterka goymslu. Við meir enn 25.000 ymiskum vørum til vinnuna, eru vit klár at liva upp til krøv frá okkara kundum. Harvið tryggja vit, at vit eru ein viðspælari til vinnuna. Um ein kundi ynskir eina vøru, ið ikki er á goymslu í tí løtu, hon verður umbiðin, leypur okkara sterka toymi heilhjartað í aktión. Har verður okkara serkunnleiki prógvaður og okkara sterka netverk gagnnýtt. Á hendan hátt stytta vit um bíðitíðina hjá kundanum.
Harafturat er søludeildin hjá KJ mannað av dugnaligum sølufólki, ið altíð er klár at hjálpa og ráðgeva, soleiðis at kundin fær júst tað, honum tørvar. Okkara serkunnleiki er innan eitt sera stórt úrval av vørum, og prógvar hetta, at okkara netverk og okkara arbeiðsmegi er inngrógvin í okkara tænastu.
Vit veita m.a.:
- Industrislangur
- Rør- og slangufittings
- Filtur og filturhúsar
- Hydrauliskar pumpur og motorarar
- Vatnpumpur
- Legur og transmissiónir
- Industriventilar
- Seperatorar
- Kemikaliir
- Kemi
- Rør- og slanguklemmur
- Rørfittings
- Rør
- Luftslangur og fittings
Tekning, projektiering og ráðgeving
Vit bjóða heildarloysnir, frá hugskotið til projektering og tekningar, detail projektering og framleiðslu, til uppsetan og royndarkoyring. Við servitan og rættari arbeiðstilgongd ber alt til. Tekniska deild hjá KJ hevur teknistovur á Kambsdali og í Klaksvík, við nútímans forritum, sum t.d. AutoCad og Inventor, umframt plottaraútgerð o.ø. Lat okkum hjálpa tær at gera hugskot til veruleika.


Aðrar veitingar
Við einari góðari smiðju og dugnaligum arbeiðsfólki, ber til at framleiða, so at siga alt til tykkara tørv innan mekanik, hydraulik og pneumatik og hetta verður framleitt úr svørtum stáli, rustfríum stáli og/ella úr aluminium. Úr rúgvuni kann m.a. nevnast bátavognar, línuspøl, gogguknúsarar, rullutangar, skivur, knívar, gelendarar, bygd/býarskeltir og rørleiðingar.
samband
Jóannes Mørkøre
Søluráðgevi

Leivur Zachariassen
Søluráðgevi

Arnstein Prestá
Søluráðgevi

Gunnar E. Sivertsen
Søluráðgevi

Óla Kristian Skála Jacobsen
Søluráðgevi

Tummas Lervig
Leiðari Klaksvík

Birgir Olsen
Tekniskur leiðari Klaksvík

Tíðindi / sjóvinna

Føroyska sendikvinnan í íslandi vitjað kj

KJ luttekur á Atlantic Fair 2024

Nýggi Finnur Fríði við spølum frá Evotec

KJ UMVÆLT DEKSKRANA UMBORÐ Á POLAR PRINCESS

Seks lærlingar byrja hjá KJ eftir summarfrítíðina

