Einki úrslit

Fiskavirkir og fabrikkir

Fiskavirkir og fabrikkir

Serframleiðsla til fiskavirkir er neyðug, tí eingi fiskavirkir eru heilt eins. Vit hava drúgvar royndir við at framleiða flutningsbond, sliskur, plattformar, stilliskamlar og annars rustfríar konstruktiónir, til eitthvørt endamál, á einum fiskavirki. Í tøttum samstarvi við kundan, finna vit eina heildarloysn av framleiðsluútgerðini. Hetta er ein av sergreinunum hjá deildini í Klaksvík.

Tekning, projektering og ráðgeving

Vit bjóða heildarloysnir, frá hugskotið til projektering og tekningar, detail projektering og framleiðslu, til uppsetan og royndarkoyring. Við servitan og rættari arbeiðstilgongd ber alt til. Tekniska deild hjá KJ hevur teknistovur á Kambsdali og í Klaksvík, við nútímans forritum, sum t.d. AutoCad og Inventor, umframt plottaraútgerð o.ø. Lat okkum hjálpa tær at gera hugskot til veruleika.

samband

Birgir Olsen

Tekniskur leiðari Klaksvík

Geir Eliasen

Verkførari, Klaksvík

Tummas Lervig

Leiðari Klaksvík