Errin veitari
til alivinnuna
KJ er veitari av alskyns vørum og tænastum til alivinnuna. Vit veita tvíkiljur, aliringar, tøkubúr, streymverjur, útgerð og uppsetan til smoltstøðir, umframt alla neyðuga tænastuveiting og umvæling av útgerðini.
VÍS FILMIN Í FULLARI LONGD
errin veitari til alivinnuna
KJ er við í fremstu røð tá tað viðvíkur aliútgerð og tænastum til alivinnuna – bæði heima í Føroyum og úti í stóru verð. Við tvíkiljum, aliringum, streymverjum, tøkubúrum og útgerð og uppsetan til smoltstøðir, kann KJ bjóða alivinnuni dygdargóða og haldbara aliútgerð . Vit eru við frá kleking av smoltum til tøkum av fullvaksnum laksi.
Alivinnan
á sjónum
Til alivinnuna á sjónum veita vit tvíkiljur, aliringar, tøkubúr, og streymverjur. Umframt hetta veita vit eisini ymiska eykaútgerð og alla neyðuga tænastuveiting og umvæling av útgerðini.
Alivinnan
á landi
Okkara tænastur og vørur til aling á landi fevna um fullfíggjaðar RAS, flow-through og re-use loysnir, umframt aðra útgerð til smoltaling.
Tíðindi / Alivinna

Nýggj tvíkilja bygd til føroyska alifyritøku

KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til Bakkafrost Farming

Gjáarnev verið á beding hjá KJ

Reint vatn til fjarskotnar bygdir – føroyskt samstarv veksur í Grønlandi

Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað eftir yvirháling
Fylg við á
Instagram
ynskir @jkpcontractors tillukku við nýggja kranabilinum.
KJ hevur levera #palfinger krana og uppbygging umvegis @storbilar
Hesin er ein Palfinger PK300 TEC við flyjib og spæl, monteraður á ein #volvofmx540 við veirheis
Hevur tú tørv á nýggjum krana, ella størri krana – set teg í samband við okkum!
STARVSLÝSING | VERKFRØÐINGUR ELLA FRAMLEIÐSLUTØKNINGUR 🧠
Vit hava nógv jørn í eldinum og nógvar spennandi verkætlanir eru fyri framman. Vit leita eftir verkfrøðingi til projekterings- og eftirlitsarbeiði. ✏️
Er hetta tú?
Vinnan vitjar á Glasir – Vinnan vitjar Miðnám á Kambsdali 8 apríl
–
#miðnámákambsdali
#kjhydraulik
GOYMSLULÆRLINGUR TIL KJ Á HJALLA 📦
Til goymslu okkara í Tórshavn søkja vit eftir einum ágrýtnum og nærlagdum goymslulærlingi, sum fær ein virknan leiklut í dagliga arbeiðinum á goymsluni og sølubúðini á Hjalla.
Lærutíðin til logistikkatstøðing er 2 ár um tú hevur FHS ella Búskaparbreyt, og 2 ár og 6 mánaðir uttan miðnámsútbúgving. Skúlagongdin er í Danmark. 📚
Starvið verður sett skjótast møguligt og er lønt eftir galdandi sáttmála.
LÆRLINGAR TIL SMIÐJUNA Á HJALLA 🔧
KJ á Hjalla søkir lærlingar til entreprenørmekanikarar. Ert tú ágrýtin og hevur áræði, so ert tú væl á veg. Hevur tú so eisini eitt gott høvd og hendur, sum eru skrúvaðar rætt á – ja, so ert tú helst tann, vit leita eftir. KJ søkir lærlingar til at byrja skjótast gjørligt á smiðjuni á Hjalla. ⚙️
Hjá okkum sleppur tú undan matpakkanum, tí vit hava eina góða matarskipan og vit bjóða eisini okkara starvsfólkum góðar tryggingar. 😉
Umsóknarfreistin er 27. apríl 2025.
KJ SØKIR INNKEYPS- OG SØLUFÓLK
KJ søkir eftir einum ágrýtnum, eldhuganum og tænastusinnaðum fólki til sølu- og innkeypsdeildina á Kambsdali.
Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi og avjbóðandi starv, har tú frá fyrsta degi kanst gera tína ávirkan galdandi. Tú gerst partur av einum nærlagdum og virkisfúsum toymi, ið hvønn dag veitir loysnir, vørur og tænastur til vinnulívið í Føroyum og uttanlanda. 💪🏼
👉🏼 Les meira her: Link í Bio, ella https://www.kj.fo/job-opening/folk-til-solu-og-innkeypsdeildina-hja-kj/
JCB 4220 FASTRAC Á FØROYSKU VEGUNUM 🚜
Fyri góðari viku síðani varð fyrsta JCB 4220 Fastrac maskinan at síggja á føroysku vegunum. Talan er um eina máttmikla frastrac maskinu við 235 hestakreftum og hon kann nýtast til alskyns endamál. 💪🏼
Í hesari útgávuni síggja vit maskinuna við eini plógv frá STARK og einum saltspreiðara frá Hilltip. Ein kavafresari/blásari hoyrir eisini til maskinuna, ið ger arbeiðið at rudda tjúkkan og tungan kava av vegnum sera lætt og ómakaleyst. 😀
JCB fastrac maskinur verða nógv nýttar í t.d. Noregi til kavarudding, og royndirnar har hava verið sera góðar. Maskinan er eitt nýbrot fyri kavarudding í Føroyum, og er somuleiðis eitt amboð, ið skal bøta um ferðslutrygdina á føroyska vegakervinum um veturin. 🌨️
🔧 KJ SØKIR LÆRLINGAR TIL MASKINSMÍÐ 🔧
Ert tú ágrýtin og hevur áræði, so ert tú væl á veg. Hevur tú so eisini eitt gott høvd og hendur, sum eru skrúvaðar rætt á – ja, so ert tú helst tann, vit leita eftir. KJ søkir lærlingar til maskinsmíð at byrja skjótast gjørligt á smiðjuni á Kambsdali. 💪🏼
Hjá okkum sleppur tú undan matpakkanum, tí vit hava eina góða matarskipan og vit bjóða eisini okkara starvsfólkum góðar tryggingar. 😀
Umsóknarfreistin er 01. februar á miðnátt! 🕛
➡️ Les meir um starvið her: https://www.kj.fo/job-opening/laerlingar-til-maskinsmid/
