Tvíkiljur
Vit veita dygdargóðar og máttmiklar tvíkiljur til alivinnuna kring allan heimin. Tvíkiljurnar verða serbygdar til teir tørvirnar, ið kundar okkara hava.
Serbygdar
Tvíkiljur
Tvíkiljurnar frá KJ eru bygdar til harðbalin aliøkir, har veður, vindur og alda kann verða ein avbjóðing. Tvíkiljurnar eru bygdar við sterkum stálskrokkum, nýmótans tekniskum, mekaniskum og hydrauliskum skipanum og dygdargóðari deksútgerð.
Í stuttum kann sigast at tvíkiljurnar eru:
- Bygdar í samsvar við staðbundnar reglugerðir
- Teknaðar við styrki í huga til harðbald aliøkir
- Framleiddar í tøttum samstarvi við alifyritøkurnar
- Veittar í ymiskum støddum, alt eftir tørvi
- Størsta tvíkiljan higartil er 20 metrar long
- Bygdar við sterkum og treystum stálskrokkum
- Bygdar við atliti til bestu orkunýtslu, við eyga fyri burðardygd
- Bygdar við góðum flótiføri, ið økir um stabilitetin
Vælútgjørdar tvíkiljur
Eftirspurningurin eftir størri tvíkiljum til alivinnuna vaksur støðugt, og tí er eisini neyðugt við størri maskin- og ravmagnsmegi at fóðra ymisku maskinteknisku skipanirnar umborð á tvíkiljunum.
- Drívmegi: Tvíkiljurnar verða veittar við tveimum máttmiklum motorum, og støddin á motorunum verður vald eftir stødd á tvíkiljuni og alt eftir hvørjar arbeiðsuppgávur hon skal fremja.
- Generatorar og ravmagn: Við alsamt fleiri elektriskum skipanum og útgerð, er tørvurin á ravmagnsveiting øktur. Vit veita generatorar og ravmagnsskipanir til ein og hvønn tørv.
- Trygd og eldur: Trygdin verður raðfest sera høgt, og verða tvíkiljurnar veittar við eldávaringarskipan, roykdetektorum og aðrari útgerð. M.a. er møguleiki at hava Fire Pro skipan í maskinrúmunum.
- Nautisk útgerð: Tvíkiljurnar verða veittar við nýmótans nautiskari og samskiftisútgerð.
- Koyggjupláss: Møguleiki er eisini at fáa tvíkiljurnar framleiddar við pláss fyri koyggjum, um tørvur er á tí. Hendan loysnin verður ofta nýtt, tá tvíkiljurnar eru úti á alibrúkum í longri tíð.
Um ynskir eru um serstakar loysnir og útgerð, so er hetta eisini ein møguleiki.
arbeiðsumstøður á dekkinum
Størsti parturin av arbeiðinum umborð á eini tvíkilju fer fram á dekkinum, og tískil er umráðandi at manningin hevur bestu arbeiðsumstøðurnar. Her verður serliga hugsað um trygd, effektivitet og máttmikla deksútgerð.
Hetta umfatar m.a.:
- Dekskranar: Deksranarnir frá Palfinger Marine verða veittir alt eftir tørvi og stødd á tvíkiljunum. Les meir um Palfinger Marine her!
- Koppar: Kopparnir gera arbeiði á dekkinum lættari, tá arbeitt verður við fortøjningum, endum og líknandi. Teir verða veittir eftir tørvi og stødd hjá kundanum.
- Dekspæl: Dekkspælið gevur møguleikar at arbeiða við m.a. rammutovunum og at stramma upp rammur.
- Koblingsplátuhaldari: Klógvin, sum sæst afturi á hekkuni í bakborðssíðu, verður brúkt tá koblingsplátan skal eftirhyggjast ella umvælast.
- Dekspláss: Stundum er tørvur á arbeiðsplássi ella plássi til farm. Tvíkiljurnar eru teknaðar soleiðis at mesta nyttan fæst burturúr deksplássinum.
burðardyggar orkuloysnir til tvíkiljur
KJ kann veita burðardyggar orkuloysnir til tvíkiljur. Talan er um loysnir til nýgerð og umbygging av tvíkiljum. Arbeiðið verður gjørt í Føroyum og í samstarvi við Frydenbø og Brunvoll, sum eru samstarvspartnarar hjá KJ.
Tað eru fleiri møguleikar í samband við grøna orku til tvíkiljur. Set teg í samband við søluráðgevar okkara, so finna vit røttu loysnina í felag.
Bedingin
í fuglafirði
KJ hevur góðar arbeiðsumstøður á bedingini í Fuglafirði, og vit bjóða okkum fram at gera umvælingar og vanligt viðlíkahald til tvíkiljur, skip og bátar, ið eru upp til 20×9 metrar í vavi.
samband
Jóannes Mørkøre
Søluráðgevi
Birgir Samuelsen
Tekniskur leiðari
Atli Rygshamar
Framleiðsluleiðari, tvíkiljur