
KJ handar Tannanes til Arctic Sea Farm
Seinasta vikuskiftið var tvíkiljan Tannanes handað alifelagnum Artic Sea Farm á vesturfjørðinum í Íslandi.
Tannanes er 13m long og 6m breið. Tvíkiljan hevur 2 framdriftsmotorar uppá hvør 425 Hk, og ein 70 KVA generator. Av deksútgerð kann nevnast ein radiostýrdur Palfinger 23 tons krani, ein hydrauliskur kapstanur uppá 6 tons og tveir uppá eitt tons.
Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.
Tannanes er nýbygningur nummar 57, sum KJ hevur bygt til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.
Navn
Tannanes
Heimstaður
Tálknafjørður, Ísland
Byggiár
2021
Bygginummar
NB 57
Longd
13 m
Breidd
6 m
Motorar
2x 425 hk
Eigari
Arctic Sea Farm











Onnur tíðindi

KJ handað Cooke Aquaculture nýggja tvíkilju

Nýggj tvíkilja bygd til føroyska alifyritøku

KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til Bakkafrost Farming

Gjáarnev verið á beding hjá KJ
