KJ veitt nýggjan krana til rituna
Tað er til tíðir avbjóðandi at flyta farm út til Svínoynna og Fugloynna, og tá er umráðandi at hava ein góðan krana, sum ger arbeiðið lættari og tryggari.
KJ hevur veitt ein nýggjan Palfinger krana til strandfaraskipið Rituna, sum dagliga røkir leiðina millum Hvannasund, Fugloy og og Svínoy. Talan er um ein Palfinger PKM250-10 krana, ið hevur spæl og lyftir 2 tons úti á 10 metrum.
Navn
Ritan
Heimstaður
Tórshavn, Føroyar
Longd
23,5 m
Breidd
7 m
Bruttotons
80,8 BT
Maskina
Volvo Penta 600hk
Eigari
Føroya Landsstýri