Einki úrslit

gravimaskinur
til øll endamál

Vit kunnu veita alskyns sløg av gravimaskinum til øll endamál. Vit hava eitt breitt úrval av dygdargóðum og viðurkendum veitarum, og hetta tryggjar at vit kunnu veita gravimaskinur júst til tín tørv

gravimaskinur til stór og smá arbeiðir

KJ er leiðandi á hesum økinum, og vit eru umboð fyri fleiri av teimum stóru veitarunum av gravimaskinum í heiminum. Vit kunnu m.a. nevna Hyundai, JCB, Takeuchi og Komatsu.

Harnæst veita vit eisini maskinur frá Kubota, Kato og Hydrema. Hevur tú tørv á einari aðrari maskinu, so megna vit eisini tað.

hyundai

Sama um talan er um byggivinnu, entreprenørvinnu ella kloakkarbeiði, so hava Hyundai gravimaskinur veitt heimsklassa avrik í ymiskum vinnum kring allan heimin.

Maskinurnar bjóða sera góðan stabilitet og vektfordeiling í off-road nýtslu. Frá 13 upp til 120 tons, eru maskinurnar sergjørdar til heavy-duty grevstur, lyfting og tílíkt arbeiði, har maskinan skal halda leingi.

Nógvir eykamøguleikar eru, so sum kontravektir, mono- og 2-piece bummar og ymiskir møguleikar við armslongdum, umframt tøkniligar kameraskipanum og trygdarútgerð.

jcb

JCB bjóðar eitt stórt úrval av gravimaskinum úr 11 upp í 24 tons. Framleidni er bygt inn í hvørja JCB gravimaskinu, saman við lítlum viðlíkahaldstørvi, sterkum eykalutum og framúr komforti.

Fýra ymiskir arbeiðshættir geva tær møguleika at skraddaraseyma títt arbeiði við 360 maskinuni, so arbeiði gerst lætt í øllum umhvørvi.

takeuchi

Takeuchi eru serfrøðingar í kompaktum gravimaskinum, ið veita sergjørdar maskinur, ið megna framúr avrik ár eftir ár.

Álitið á Takeuchi sum framleiðara, er sterkari enn nakrantíð, vegna teirra ekstremt høga standard av nýskapan og framleiðsludirvi, ið raðfestur virkisføri og avrik á øllum lutum.

Gravimaskinur frá Takeuchi fáast úr 1 tons upp í 15,8 tons.

komatsu

Komatsu gravimaskinur fáast úr meir enn 12 tons upp í 200 tons, og eru tær heimskendar. Hetta kemst av tí, at Komatsu sameinir á bestan hátt avrik, stabilitet, trygd, umhvørvi og komfort, í hvørjari einastu maskinu.

Samstundis sum góðskan er í hásæti, eru allar maskinur bygdar við egnum lutum, ið tryggja at motorur, hydraulikkur og elektroniskir lutir, eru feilfrítt framleiddir. Sum leiðandi veitari bjóðar Komatsu eisini maskinur, ið brúka minst brennievni av øllum maskinum, ið eru á marknaðinum.

Ein sjey tumma skermur fylgir við, har teksturin er á donskum, veitur allar upplýsingar og ger tað møguligt at fáa útskrivað ymiskar frágreiðingar. Síðani 1999 hevur Komatsu eisini verið leiðandi veitari av hybridum gravimaskinum, sum eru tøkar í tveimum útgávum.

Kato

KATO framleiðir mini gravimaskinur, við arbeiðsmegi upp til 4 tons. Hesar verða framleiddar í Italia, á verksmiðju síni í San Gimignano í landspartinum Siena.

KATO hevur eisini mini gravimaskinur, millum 5,5 og 9,5 tons, og gravimaskinur annars, millum 10 og 33 tons.

Kubota

Hesar maskinur fáast úr 0,8 tonsum upp í 8 tons. Hetta er ein effektivt og fjøltáttað maskina.

Tær tørvar kanska eina lætta og kompakta mini gravimaskinu, sum lættliga fer gjøgnum einar húsdyr, og kanska eisini ráða megi og hópin av lyftimøguleikum – so er hendan maskinan júst til tín.

hydrema

MX G-serian við V motorum er eitt gott match til byggivinnuna í býnum. Hesar eru sterkar, kompaktar maskinur við heimsklassa breakout-megi, motor megi uttan líka og við góðum gravieginleikum.

MX G-serian hevur sera lítlan vendi-radius, niður í 1733mm (45 cm yvir hjólunum).

Harafturat, so ger geometriska tilverkanin sergjørd, sum ger at armarnir eru serdeilis effektivir. Hetta loyvir gravimaskinuna at arbeiða í trongum umstøðum, so sum tætt at bygningum í býnum, ella har, ið tað einans er ein koyribreyt tøk, og vegarbeiði skal gerast.

Longd, gravidýpd og slaghædd eru millum tær bestu, sum er eygsæð í fjølbroyttu møguleikunum við MX maskinuni. Grabbin fæst í hesum longdum: 2.0m, 2.5m og 3.0 m.

samband

Jan Brixen Sørensen

Leiðari Tórshavn

Bogi Hansen

Søluráðgevi

Zacharias Stórá

Tekniskur ráðgevi