gummigeitir
Hvørt tað snýr seg um at flyta mold, fylla lastbilar, ella at rudda kava, so er skjótt at fáa veruligan gagn av gummigeitum, ið tjena seg sjálva inn aftur. Hækka tína arbeiðsgóðsku í dag!
hyundai
Við einum úrvali, ið telur meir enn 10 ymiskar útgávur, úr 11500kg upp í 30800kg við 99kW upp í 265kW av styrki, fáast Hyundai HL og A-seriurnar av gummigeitum, ið megna júst tað, ið tær tørvar.
Við stórum rúmi og breakout megi, kanst tú róliga stóla uppá at hesar maskinurnar eru vælegnaðar til alt vinnuligt virksemi.
jcb
Gummigeitirnar frá JCB lýka øll tíni krøv fyri avrik. Sama um tað er heima í túninum, á garðinum ella á byggiplássinum, so hevur hendan máttmikla gummigeitin tað, sum skal til.
Set títt álit á meir enn 50 ár av royndum við gummigeitum – uppliv stóra JCB úrvalið í dag.
komatsu
Komatsu gummigeitir fáast úr 5 tons upp í 220 tons, og eru tær heimskendar fyri sítt og síni avrik á marknaðinum. Hetta kemst av tí, at Komatsu sameinir á bestan hátt avrik, stabilitet, trygd, umhvørvi og komfort, í hvørjari einastu maskinu.
Samstundis sum góðskan er í hásæti, eru allar maskinur bygdar við egnum lutum, ið tryggja at motorur, hydraulikkur og elektroniskir lutir, eru feilfrítt framleiddir. Viðvíkjandi tøknini er Komatsu leiðandi, serliga táið tað kemur til serframleidda tøkni.
Ein sjey tumma skermur verður veittur í maskinum yvir 11 tons, har teksturin er á donskum, og har fært tú allar upplýsingar. Hetta ger tað møguligt at fáa útskrivað ymiskar frágreiðingar.
Weycor
Ríka úrvalið av Weycor maskinum vísur á fjølbroytni í nútímans gummigeitum. Allar maskinur, frá tí minstu til ta størstu, eru sterkar, neyvar, lættar at viðlíkahalda, og eru allir í serflokki, táið tað ræður um avrik.
Fjølbroyttu útgávur av Weycor maskinum klára nærum allar uppgávur – frá trongum umstøðum til størstu landbúnaðaruppgávur.
samband
Jan Brixen Sørensen
Leiðari Tórshavn
Bogi Hansen
Søluráðgevi
Zacharias Stórá
Tekniskur ráðgevi