Einki úrslit

dumparar

Skal grótið ella grevsturin flytast? Sí okkara góða og breiða úrval av dumparum frá m.a. Hyundai, JCB og Messersi!

hyundai

Útgávurnar HA30A og HA45A kunnu bera farm á 28 tons og 41 tons, sum ger hetta til eina sera hóskandi maskinu, at hava afturat eitt nú Hyundai gravimaskinum og gummigeitum.

Max trekk: Ein seks-hjóls-drivin maskina, við dupultakslum aftan og vendiringi framman, ið veitur javna megi og vektfordeiling, samstundis sum ein hallandi ramma aftan, dregur megi til framsíðuna, so trekkið gerst betur og stabiliteturin økist í torførum lendi.

Vendi-radius: Ramman á partinum framman og sniðið, saman við differentialinum framman, ger hetta til eina kompakta maskinu, ið eisini hevur ein av minstu vendi-radiusum í sínum vørubólki, við framúr stabiliteti.

jcb

Allir dumparar í JCB Stabe V úrvalinum veita megi og framleiðslu, sum hvørjum byggiplássi tørvar. Fýra vektbólkar, har hvør maskina, frá JCB eitt tons dumpara til JCB níggju tons dumpara, eru førandi viðleikarar í vinnuleiðandi trygd, styrki og nýhugsan.

Sum liður í okkara lyfti til burðardygga entreprenørvinnu, bjóða vit eisini 0-útláts 1TE JCB eldumpara.

Messersi

Messersi veitur mini dumparar í ymiskum støddum. Mini dumparar fáast úr 0,5 tons og upp í 5 tons, við ymiskum hentleikum og sniðum. Mini dumparar frá Messersi eru sera væl egnaðir til tær smærru uppgávurnar!

Kato

Kato kann veita alskyns sløg av mini dumparum við ymiskum hentleikum. Møguleiki er at keypa dumparar við síðutipparum, skuffum, blandingsmaskinum o.ø. Sí stóra úrvalið við at trýsta á “les meira” niðanfyri.

komatsu

Úr úrvalinum av Komatsu dumparum, fáast dumparar ið kunnu bera farm úr 28 tons upp í 40 tons. Eisini er ein heavy-duty seria av dumparum, ið kunnu bera úr 36 tons upp í 91 tons.

Maskinurnar eru framleiddar við íblástri frá minuleggingarídnaðinum, har sjóneykan verður sett á avrik, stabilitet, trygd, umhvørvið og komfort.
Dumpararnir eru allir gjørdir úr Komatsu deildum, ið tryggja, at motorur, hydraulikkur og elektronikkur arbeiða væl saman.

Hesar maskinurnar eru eisini sera væl kendar fyri eina suverena upphangsskipan og ein sera lítlan vendi-radius.

hydrema

Dumpari við framúr mobiliteti, lágt grundtrýst og ROPS/FOPS góðkend stýrihús.

Dumparar til hart arbeiði, umframt loysnir til lendi, har mold og bleytt undirlag er – her eru dumparar til eitthvørt høvi.

samband

Jan Brixen Sørensen

Leiðari Tórshavn

Bogi Hansen

Søluráðgevi

Zacharias Stórá

Tekniskur ráðgevi